Fríggjadagin 16. juni byjar enn ein EM-undankapping hjá U21-landsliðnum við monnum, tá Andorra vitjar við Djúpumýru í Klaksvík.
Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin vórðu nøvn sett á teir 20 spælararnir, ið venjarin, Eyðun Klakstein hevur úttikið hesaferð. Og av teimum 20, eru okkara Samuel og Áki.
Teir hava báðir spælt 7 U21-landsdystir.
Umframt teir báðar, er Heini F. Sørensen, sum nú spælir í FC Midtjylland, eisini úttikin.