Tað er ikki bara á A-landsliðnum at vit eru umboðaðir. U21 landsliðið við monnum varð eisini úttikið í dag, og millum teir, ið eru úttiknir, eru teir tríggir úr HB – Samuel J. Chukwudi, Mads Mikkelsen og Pætur J. Petersen.
U21-landsliðið skal spæla tveir dystir. Ímóti Ísrael 2. september og Norðurmakedonia 8. september. Báðir dystirnir verða spældir á Svangaskarði.
Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni, og bestu eydnu í landsdystunum.
Mynd: fsf.fo