HBarar við í U21-sigri

Teir tríggir HBarnir á U21-landsliðnum, Samuel, Pætur og Mads, vóru allir við frá byrjan, tá U21-landsliðið skal spældi ímóti Ísrael í kvøld.

Dysturin endaði við 3-1 sigri til Føroyar, og Mads var millum málskjúttarnar, tá hann javnaði til 1-1. Stutt eftir bleiv hann skiftur út. Samuel og Pætur spældu allar 90 minuttirnar.

Umframt teir tríggjar var eisini fyrrverandi HBarin, Hanus Sørensen, sum nú spælir við FC Midtjylland, við frá byrjan. Hjá Samuel og Hanus var talan um teirra fyrsta U21-landsdyst. Pætur og Mads hava nú báðir spælt 5 U21-landsdystir.

Mynd: FSF