Ejvind fingið landsliðsboð

Ejvind er úttikin til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð. Hann hevur áður spælt á øllum yngri ungdómslandsliðum.

Hann hevur verið millum teir fyrstu ellivu í báðum dystunum í ár. Og hansara avrik hava verið somikið sannførandi, at Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir honum til komandi uppgávuna. Og talan er um eina risa avbjóðing, tá ungu føroysku mennirnir skulu spæla á útivølli ímóti oddaliðnum í bólkinum, Portugal.

Umframt Ejvind eru Áki, Ási og Elias úttiknir, sum allir hava verið fastur partur av U21-landsliðshópinum í seinastuni.