Tvær stórar avbjóðingar eru fyri framman hjá føroyska U21-landsliðnum við monnum, tá teir seinni í hesum mánaðinum skulu spæla EM-undankappingardystir ímóti Fraklandi og Norðurmakedonia. 21 spælarar eru úttiknir, og millum teirra teljast liðskiparin Stefan, Áki og Bjarti.
Stefan hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, og hevur skotið trý mál í landskappingini. Áki er eisini komin væl frá byrjan, og var ,saman við Stefan, sera eyðsýndur ímóti NSÍ, har tað eisini eydnaðist honum at skjóta mál.
Føroyska U21-landsliðið hevur staðið seg væl í undankappingini, og tóku øll á bóli, tá teir í september í fjør megnaðu at spæla javnleiki 1-1 ímóti Fraklandi í Gundadali. Fyrri dysturin ímóti Norðurmakedonia endaði eisini við javnleiki 1-1.
Fyrri dysturin á ferðini verður ímóti Fraklandi á Stade de l’Épope í Calais, hósdagin 24. mars. Dysturin ímóti Norðurmakedonia verður spældur fimm dagar seinni, týsdagin 29. mars, á National Arena Todor Proeski í Skopje.