Føroyska U21-landsliðið við monnum skal í næstum spæla tveir dystir í EM-undankappingini. Og millum teir 21 spælararnar sum eru úttiknir, eru 4 úr HB. Teir eru Stefan, Áki, Ási og Bjarti.
Stefan hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum seinastu tvey árini, meðan Áki fekk sín fyrsta U21-landsdyst tá Føroyar vann 2-0 á Armenia. Bjarti og Ási hava enn sínar fyrstu minuttir á U21-landsliðnum til góðar.
Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni og bestu eydnu í komandi landsdystum.
Mynd: portal.fo