Tvey ár afturat við Ása

Bakkurin hevur longt sáttmálan, so vit nú hava pappír uppá hvønn annan í tvey ár afturat.

Ási hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot á okkara besta liðið í ár. Hann hevur meira ella minni bitið seg fastan á vinstra bakki, men hevur eisini spælt nakrar dystir á høgra bakki, tá tørvur hevur verið á tí. Hann er, saman við Viljormi og Leivi, einasti spælarin í hópinum, sum hevur fingið spælitíð í øllum 24 landskappingardystum í ár. Harafturat hevur Ási eisini sett seg á vinstra bakkplássið á U21-landliðnum

Higartil hevur Ási spælt 57 dystir á besta liðnum og 13 U-landsdystir.

Hagtøl: FaroeSoccer