Tveir av okkara evnaríku ungu spælarum hava skriva sáttmála, og gerast tí partur av Betrideildar hópinum.
Talan er um teir báðar Jógvan Elmarsson Ósa og Rúna Kjærbo, sum báðir hava spælt við okkara ungdómsliðum allan vegin upp.
Jógvan er 19-ára gamal miðvallari, og hevur verið meira ella minni fastur maður á okkara 1. deildarliðið síðani 2021, har tað higartil er blivið til 58 dystir og 5 mál.
Rúni er 17-ára gamal verjuspælari. Hann fekk sínar fyrstu minuttir í 1. deild í 2022, og hevur spælt 12 dystir.
Hagtøl: FaroeSoccer