Miðvallarin Teitur Justinussen verður útleigaður til AB restina av kappingarárinum.
Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann er partur av evnaríka 2006-árganginum, sum hevur kappast og vunnið nógv steyp í ungdómsdeildini.
Hann hevur spælt við okkara U21 og 1. deild monnum, men komandi mánaðarnar verður tað á Argjum, at hann fer at vísa síni evnir. Teitur hevur vant við AB í eina tíð, men skiftið verður ikki endaliga avgreitt, fyrr enn flytingargluggin letur upp 15. juni.