Teitur og Bartal við aftur

Hann var ikki við seinast vegna skaða, men nú er Teitur aftur úttikin til A-landsliðið. Hesa ferð var eisini pláss fyri Bartal. Nakað sum vit hava bíðað eftir leingi. Umframt teir báðar eru Viljormur og Hanus eisini úttiknir.

A-landsliðið við monnum fer á venjingarlegu í Marbella í Spania. Har er ein dystur á skrá ímóti Liktinstein. Tann dysturin verður spældur á Marbella Football Center fríggjadagin 22. mars.

Á heimferðini verður steðgað á í Brøndy, har ein dystur verður spældur ímóti Danmark. Tann dysturin verður spældur týsdagin 26. mars.