Ein nýggjur Justinussen verður at síggja í Betrideildarhópinum, nú Teitur Gunnarson Justinussen hevur gjørt 2-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann er partur av evnaríka 2006-árganginum, sum hevur kappast og vunnið nógv steyp í ungdómsdeildini.