Fyri stuttum undirskrivaðu Dánjal Reginsson og Ási Pálsson Dam teirra fyrsta sáttmála við HB. Síðani tá hava teir haft møguleika at vísa sínar dygdir, tá teir hava vant við Betri-hópinum. Og sigast má at tað hevur gingið væl, tí teir eru nú blivnir fastir menn í hópinum.
– Tað eru tveir ungur menn, sum hava verið við síðani eg kom, og hava klárað seg væl. Teir hava sjálvsagt nakrar dygdir, og hava víst rættan hugburð. Teir vísa tann hugburð, man skal vísa í einum toppfelag sum HB, har vit miða eftir at vinna hvørja ferð, sigur høvuðsvenjarin hjá Betri-monnum, Jens Bertel Askou.
– Teir eru hugaðir at læra, og eru eyðmjúkir um uppgávuna. Teir taka alt til sín, bæði frá sínum liðfeløgum og frá mær. Tað skulu vit sum felag løna teimum fyri, og síggja hvussu langt tað røkkur, leggur hann afturat.
Sum felag leggja vit stóran dent á ungdómsarbeiði, tí vit kenna týdningin av at hava leikarar við tí rætta HB-hugburðinum.
– At teir eru blivnir partur av Betri-hópinum, er ikki nakað sum bara er hent uppá ein mánað. Tað liggja nógv ár við hørðum arbeiði aftanfyri. Teir eiga sjálvir sín part, men tað eru so sanniliga eisini teir venjarar sum hava verið rundan um teir, ið eiga sín part. Hetta er nakað sum vit sum felag skulu vera errin av, sigur Berthel og undirstrikar týdningin av øllum tí sjálvbodna arbeiðnum, ið fer fram í felagnum. – Tá ein av okkara egnu kemur á besta liðið, er tað nakað sum øll í felagnum skulu vera errin av.
Teir eru nú at rokna sum partur av Betri-hópinum, á jøvnum føti við allar hinar. Teir hava tikið tey stóru fetini oman gjøgnum trappurnar, og inn í umklæðingarrúmið hjá teimum vaksnu. Men tað steðgar ikki her.
– Nú er tað at teir skulu vera tolnir, samstundis sum at teir skulu vilja enn meira. Skilt á tann hátt, at teir skulu vera ágrýtnir, samstundis sum at teir skulu síggja. Teir eru enn ungir, og hava nógv at læra. Teir eru longu komnir her til, men teir skulu eisini vera greiðir yvir at tingini taka tíð. So nú er tað upp til teir, at sláa teir eldru leikararnar av liðnum, sigur Berthel at enda.