HB hevur skrivað sáttmála við 16-ára gamla Ejvind Restorff Mouritsen. Ejvind, ið fyllur 16 ár í dag, er ein evnaríkur spælari, ið ger seg galdandi á framrættaðu plássunum.
Fótbóltsevnini og eftirnavnið er ikki heilt ókent í HB-húsinum, tí beiggjarnir Johan Ejvind, Christian og Kristin, hava allir spælt á okkara besta mansliði.
Vit ynskja Ejvind til lukku við føðingardegnum og sáttmálanum. Hetta er heilt víst ein leikari vit koma at hoyra og síggja meira til í framtíðini.