Málmaðurin Pætur Róason Jacobsen hevur longt sáttmálan við tveimum árum.
Evnaríki málmaðurin hevði eitt hendingarríkt ár í fjør. Hann undirskrivaði sín fyrsta yrkissáttmála, spældi sínar fyrstu minuttir í 1. deild, og endaði árið sum greipuvinnari hjá U17-dreingjum.
Nú verður hann framhaldandi partur av besta liðnum í minsta lagi tvey ár afturat.
Vit fegnast um at enn ein av okkara ungu leikarum tekur stigið upp í vaksnamannadeildina.