Jógvan longt sáttmálan

Jógvan Elmarsson Ósá skrivaði fyrr í ár undir sín fyrsta sáttmála við HB. Og síðani tá er gingið skjótt. Hann hevur bitið seg fastan í Betri-deildarhópin, og hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini. Hetta hendi, tá hann bleiv skiftur inn í síðstu minuttunum ímóti NSÍ.

Nú er nýggjur sáttmáli undirskrivaður, so at partarnir nú hava pappír uppá hvønn annan til og við 2025.