Í dystinum ímóti AB fingu 18-ára gamli Dánjal Reginsson og 17-ára gamli Ási Pálsson Dam sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Í januar vórðu teir fluttir upp í Betri-hópin, og hava vant við síðani. Her er talan um tveir spennandi leikarar, sum Berthel hevur góðar vónir til.
– Tað eru tveir ungur menn, sum hava verið við síðani eg kom, og hava klárað seg væl. Teir hava sjálvsagt nakrar dygdir, og hava víst rættan hugburð. Teir vísa tann hugburð, man skal vísa í einum toppfelag sum HB, har vit miða eftir at vinna hvørja ferð. Teir eru hugaðir at læra, og eru eyðmjúkir um uppgávuna. Teir taka alt til sín, bæði frá sínum liðfeløgum og frá mær. Tað skulu vit sum felag løna teimum fyri, og síggja hvussu langt tað røkkur, segði Berthel m.a. um teir, tá hann tók avgerð um at flyta teir upp í Betri-hópin.
– Tað liggja nógv ár við hørðum arbeiði aftanfyri. Teir eiga sjálvir sín part, men tað eru so sanniliga eisini teir venjarar sum hava verið rundan um teir, ið eiga sín part. Tá ein av okkara egnu kemur á besta liðið, er tað nakað sum øll í felagnum skulu vera errin av, legði Berthel afturat.
Umframt teir báðar, kom eisini 16-ára gamli Samuel Johansen Chukwudi á vøllin, fyri aðru ferð hetta kappingarárið.