Ein Reynheim afturat

Ungi álopsleikarin Dávid Reynheim hevur undirskrivað sín fyrsta yrkissáttmála.

Evnini hjá unga álopsleikaranum hava leingi verið eyðsýnd, og tí verður hann nú ein partur av Betrideildar hópinum.

Eftirnavnið er vælkent í HB-húsinum, og Dávid er sonur fyrrverandi HB-spælaran Kára Reynheim. So evnini koma neyvan burturúr ongum.

Vit ynskja Dávid til lukku við sáttmálanum, og gleða okkum at fylgja honum á hansara yrkisleið.