Ári Arge er útleigaður til 07 Vestur. Leigusáttmálin er galdandi fyri alt kappingarárið.
Hann var í fjør útleigaður til EB/Streym, har hann hevði eitt gott kappingarár, og har tað bleiv til 24 dystir í Betri deildini, umframt tveir í steypakappingini. Í ár verður tað so vesturi á Dungasandi, at 19-ára gamli Ári fer at fáa sær enn fleiri royndir í Betri deildini.
Ári er uppvaksin í HB, men var í árunum 2018-2020 í Danmark, har hann spældi við OB, har høvuðsvenjari okkara, Kim Engstrøm, var venjari.