16-ára gamli Áki Debes Samuelsen hevur undirskrivað 2-ára sáttmála við HB.
Áki hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum í HB, burtursæð frá tveimum árum í Danmark har hann hevur verið knýttur at FC Midtjylland. Hann verður lýstur sum ein spennandi offensivur leikari, ið eisini hevur umboðað Føroyar á U15- og U17-landsliðnum.
Harvið er hann enn ein í røðini av spennandi ungdómsleikarum, ið skrivar sáttmála við okkum.