2 x Samuelsen

Tvíburðarnir Jónas og Djóni Samuelsen hava undirskrivað sáttmála til og við 2025.

Heilt frá ungum árum hava evnini hjá tvíburðunum verið eyðsýnd. Og sum eftirnavnið eisini gevur ábendingar um, hava teir tað ikki frá ongum. Pápin, Eyðun, spældi í nógv á okkara besta liðið, meðan stóribeiggin Áki, telist millum lyklaleikararnar á Betri-liðnum.

Djóni fekk sínar fyrstu minuttir í Betri deildini, tá hann 13. august bleiv skiftur inn ímóti ÍF. Síðani bleiv tað til nakrar minuttir afturat, tá hann somuleiðis bleiv skiftur í 26. umfari ímóti 07 Vestur.

Jónas var so óheppin at bróta beinið í dysti í 1. deild, og hevur tí sitið uttanfyri síðani mai mánað. Uppvenjingin eftir skaðan er byrjað, og vit vóna at síggja hann aftur á vøllinum um ikki alt ov langa tíð.