Teitur við aftur

Á tíðindfundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli seinni í mánaðinum.

Í hópinum hesa ferð eru 24 mans, har av fýra av okkara. Teitur er við aftur, eftir at hann gav avboð seinast. Viljormur er sum vant eisini millum teir boðsendu, og afturat teimum eru Ári og Hanus, sum eisini vóru í hópinum seinast.

Leygardagin 17. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Kekkia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, somuleiðis klokkan 19:45, kemur Albania á vitjan.

Mynd: FSF