A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag úttikið leikararnar, ið skulu spæla EM-undankappingardystirnar ímóti Spania og Norra. Og millum teirra eru okkara Teitur og Magnus.
Báðir hava verið við í hópinum seinastu ferðirnar, tó uttan at koma á vøllin. Men nú fyrstavalið á málmansplássinum í mong ár, Gunnar Nielsen, ikki er við vegna skaða, er nærliggjandi at hugsa, at Teitur fær kjansin.
Vit ynskja teimum báðum til lukku við úttøkuni og bestu eydnu.
Myndir: Rakul Hansen