Samuel aftur á landsliðnum

Umframt Samuel eru tríggir aðrir HB’arar úttiknir til A-landsliðið við monnum, sum skal spæla tveir venjingardystir í juni mánað. Hann fekk sínar fyrstu landsdystir í 2022, tá hann kom á vøllin ímóti Kekkia og Kosova.

Eftir at hava sitið uttanfyri við skaða meginpartin av 2023, tykist Samuel endiliga vera komin fyri seg, og hevur verið stórspælandi í verjuni, saman við Bartal og Viljormi.

Áðurnevndu Viljormur og Bartal eru eisini úttiknir. Fjórði maðurin er Hanus.

A-landsliðið við monnum fer til Estland at luttaka í Baltic Cup, har tveir dystir eru á skránni. Fyrri dysturin verður leygardagin 8. juni ímóti Estlandi. Seinni dysturin, sum antin verður um 3. plássið ella finala, verður ímóti øðrum av Lettlandi og Litava. Tann dysturin verður spældur týsdagin 11. juni.

Hanus er hetta kappingarárið fluttur frá høgra bakki, og fram á miðvøllin. Og tað er eisini sum miðvallari, Hanus er úttikin. Hansara avrik hava verið sannførandi, og hann er tann leikarin í Betri-deildini, sum hevur flest upplegg.

Teitur hevur givið avboð til hesar landsdystirnar.

Mynd: portal.fo