Í oktober skal føroyska U21-landsliðið spæla tveir dystir. Og til teir dystirnar eru fýra HBarar úttiknir. Bjarti, Stefan og Áki vóru allir við seinast, og umframt teir er hesa ferð eisini pláss fyri Lukas.
Lukas hevur verið illa darvaður av skaða, men sær nú út til at vera komin fyri seg, og hevur spælt væl nakrar dystir í 1. deild.
Fyrri dysturin verður í Klaksvík 7. oktober, meðan seinni dysturin verður í Ukraina 12. oktober.
Mynd: portal.fo