Hørður á landsliðið

Hørður Askham er úttikin til føroyska A-landsliðið til komandi dystirnar ímóti Kekkia og Albania.

Hørður var skaddur í byrjanini av hesum kappingarárinum, men var aftur at síggja á vøllinum fyri einum lítlum mánað síðani. Higartil er hann skiftur inn í seks dystum, og hvørja ferð hava avrikini verið sannførandi.

Hann hevur higartil spælt 11 A-landsdystir.

Hagtøl: FaroeSoccer

Mynd: portal.fo