Landsliðsvenjararnir Håkan Ericson og Eli Hentze hava úttikið hópin til komandi HM-undankappingardystirnar ímóti Eysturríki og Skotlandi. Og millum teir úttiknu hesa ferð eru Teitur, Heri, Hørður og René. Teir vóru allir við í seinasta landsliðshópi.
Dystirnir verða báðir á heimavølli, og verða spældir ávíkavist 9. og 12. oktober.
Mynd: FSF