Teitur, Ári, Viljormur og Hanus vóru millum teir 23 spælararnar, sum eru úttiknir til A-landsliðið. Umframt teir fýra, eru eisini Daniel, Pætur og Stefan, sum allir fóru uttanalands at spæla í vetur, eisini úttiknir.
A-landsliðið við monnum skal spæla tveir dystir. Tann fyrri er í EM-undankappingini ímóti Moldova á útivølli 24. mars. Tann seinni er ein vinardystur ímóti Norðurmakedonia. Hesin dysturin verður spældur 27. mars.
Mynd: in.fo