Eins og á U21-landsliðnum, eru fýra HB’arar úttiknir til A-landsliðið við monnum. Harvið eru vit eisini best umboðaða felagið á A-landsliðnum.
Væntað varð, at Viljormur, Hanus og Teitur fóru at verða úttiknir. Teir hava verið fastir mans í hópinum seinastu ferðirnar. So varð eisini hesa ferð, og saman við teimum er Samuel úttikin.
Hóast at mannagongdin higartil hevur verið, at spælarar, sum hava aldur til U21-landsliðið, ikki verða úttiknir til A-landsliðið, er eitt undantak gjørt hesa ferð. Sannførandi avrikini hjá Samuel í ár gera, at hann leypir U21-landsliðið um hesa ferð, og kemur beinleiðis á A-landsliðið. Tí er ikki óhugsandi, at hann fær onkran leiklut til komandi landsdystirnar.
A-landsliðið við monnum spælir tveir dystir í september. Tann fyrri verður á Tórsvølli ímóti Norðurmakedonia 7. september, meðan tann seinni verður á útivølli ímóti Lettlandi, tríggjar dagar seinni.
Mynd: RSmedia / HB