Eins og seinast, so eru Áki og Ási aftur úttiknir til U21-landsliðið, sum skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Andorra 17. oktober.
Áki hevur verið fastur maður í U21-hópinum leingi, meðan Ási er komin við seinastu dystirnar. Og tað er gleðiligt at síggja, at Ási hevur ment seg so nógv síðstu mánaðarnar, har hann hevur fingið nógva spælitíð hjá 07 Vestur, sum hevur leigað hann restina av hesum kappingarárinum.
Mynd: portal.fo