Áki á U21-landsliðið

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur úttikið 25 spælarar til venjingarleguna síðst í mars. Teirra millum er okkara Áki, sum higartil hevur spælt tveir U21-landsdystir. Frammanundan hevur hann umboða øll ungdómslandslið frá U15 og uppeftir.

Venjingarlegan er partur av fyrireikingini til EM-undakappingina, sum byrjar í juni. Føroyar eru í bólki við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

Mynd: in.fo