Steypið handað

Flestum kunnugt hava 1. deild kvinnur vunnið deildina í ár. Og tað sera sannførandi eisini. Tær hava ligið á fremsta plássinum tað mesta av kappingini. Ein dystur er endaður við javnleiki, og ein er taptur. Restina hava tær vunnið.
 
Í fjør endaðu tær á triðja plássinum, og tíðliga í ár sóu vit ábendingar, um at tað fór at ganga minst líka væl. Venjararnir, Simona og Liljan, gleðast um hvussu envaríkir leikarar tær hava havt um hendi, og hvussu fantastiska stuttligt tað hevur verið at fingið fólk við til hvønn dyst.
 
Aldurssamansetingin hevur verið fjølbroytt, har tær yngstu hava verið 15-ára gamlar, meðan tann elsta var 50 ár. Ein góð og blandað samanseting søtum, sterkum, løttum og minni løttum. Tær hava vant saman við Betri kvinnum, og hesa skipan eru tær sera takksamar fyri.
 
Venjararnir siga, at her er onki komið av sær sjálvum. Hartarbeidandi og evnaríkir leikarar eiga alla æruna. Samstarvið við venjararnar hjá U15- og U18 gentum, og Betri kvinnum hevur verið sera gott.
 
1. deild kvinnur takka fyri í ár, og vænta at koma sterkt aftur í næsta ár. Árið hevur hildnast væl bæði ítróttarliga, og ikki minst sosialt.
Hóast steypið bleiv handað í vikuskiftinum, var hetta ein stokkut gleði. Tí sum tann gløggi lesarin allarhelst hevur lagt til merkis, hava tær fingið handað steypið hjá Betri kvinnum. Hetta steypið skal norð til Klaksvíkar leygardagin, har KÍ-kvinnurnar fáa tað handað. So ein heilsan fer eisini til tær, og vit ynskja teimum til lukku við FM-heitinum.