Vit eiga Havnina!

Ársins fyrsta grannauppgerð fall til okkara, og var sum vant ikki heilt uttan dramatikk.

Lagt var upp til tað heilt stóra brakið. Slagið um Havnina. Nr. 1 ímóti nr. 2. Og sæð við reyð/svørtum brillum, leveraði dysturin tað sum vit vónaðu. Gott spæl, dramatikk og trý stig!

Tað finst neyvan ein miðil í landinum, sum ikki hevur skrivað ella tosað um einstaklingaavrikini hjá Adrian. Og nú hann bleiv skaddur, hava teir brúkt tíðina uppá at gita seg fram til hvussu hetta fór at ávirka okkum. Og lat tað bara vera sagt beinanvegin – so at siga allar gitingar vóru líka langt við síðurnar av. Ímóti B36 skaraðu allir framúr. Allir stóðu saman sum ein eind, samstundis sum teir fingu víst sínar individuellu dygdir.

Settu okkum á dystin frá byrjan

Vit byrjaðu dystin betur, og vóru meira nærgangandi. Týðiligt var at B36ararnir høvdu trupult við okkara aggressiva pressi. Og tað gav úrslit aftaná 10 minuttir. Bartal sendi eina millimetur presisa avlevering til Dan, sum hevði sníkt seg ímillum B36 miðverjarnar. Hann spælir tvørtur um til Pætur, sum við innarisíðuni leggur bóltin í málið. Lítla løtu seinni fær B36 brotsspark. Lítil ivi var um at hetta var rætt dømt, og úr 11 metrum smekkar Alex Mellemgaard, sum seinni skuldi fáa ein høvuðsleiklut, bóltin inn aftanfyri Teit. Ikki heilt í tráð við leikgongdina, men so var 1-1.

Byrjaðu seinna hálvleik sum eitt ódnarveður

Vit byrjaðu seinna hálvleik sum eitt ódnarveður, og longu áðrenn stóripinnur var farin einaferð runt, høvdu vit stóran dupult-møguleika. Fyrst rakar Dan stongina, og uppá returin smekkar Heri til, men B36-málverjin stórbjargaði. So vóru teir líkasum ávaraðir.

Men hóast áhaldandi trýst, er tað B36 sum leggur seg á odda. Ein langur bóltur verður sendur fram, og eftir eitt sindur av misskiljing gerst Michal Przybylski leysur og skorar. Nú skuldi liðið standa sína roynd, tí hetta var fyrstu ferð í ár at vit komu afturum. Men allur ivi bleiv skjótt skúgvaður til viks. Fyrst javnaði Pætur til 2-2, áðrenn René legði okkum á odda. Í báðum førum var tað eftir upplegg frá einum vælupplagdum Heðin. Og vóru B36arnir skelkaðir, so gjørdist tað uppaftur truplari hjá teimum, tá áðurnevndi Alex Mellemgaard gjørdi eina av teimum takklingunum, sum vit ikki vilja síggja í fótbólti. Úrslitið var ein einvegis ferðaseðil undir brúsuna.

Við eitt sindur av nærlagni kundu vit avgjørt dystin eitt sindur fyrr. Men hesar grannauppgerðir liva sítt egna lív, uttan at taka atlit til nakað sum mundi, kundi, burdi ella eigur at henda. Og hesa ferð var einki undantak. B36 fekk eisini bóltin í mál, men tað bleiv kolldømt, eftir at ein B36ari jarðlegði Teit í prosessini.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, megnaðu vit at punktera dystin. Heðin dansar lætt og elegant forbí 3 B36arar, fær skumpað bóltin til René, sum gjørdi Pæturi kynsturi eftir, og gjørdist tvímálsskjútti. Harvið staðfesti hann ræðisrættin í Havn!

Hagtøl

Betri Deildin menn

B36 –  HB 2-4 (1-1)

0-1 Pætur Petersen
1-1 Alex Mellemgaard (br)
2-1 Michal Przybylski
2-2 Pætur Petersen
2-3 René Shaki Joensen
2-4 René Shaki Joensen

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson (liðsk) – 15 Heri Hjalt Mohr, 17 Bartal Wardum, 5 Delphin Tshiembe, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 4 Heðin Hansen – 10 René Shaki Joensen , 11 Pætur Petersen, 8 Dan í Soylu (28 Samuel Johansen Chukwudi)

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Ási Dam, Dánjal Reginsson, Øssur Dalbúð, Áki Debes Samuelsen

Dagsins leikari: Pætur Petersen

Mynd: Rakul Hansen