Við einum sannførandi avriki ímóti NSÍ, spældu vit okkum í steypafinaluna ímóti Víkingi.
Tað sást frá fyrsta bríksli, at okkara menn vóru væl upplagdir. Nærdystir vóru vunnir, avleveringarnar sótu og vit vóru konstant ágangandi. Byrjað varð við trimum í miðverjuni, og hetta gav meira pláss til okkara bakkar – Hera og Daniel. Og tað var júst Daniel sum setti hol á málskjótingina. Vit fingu eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, og Daniel og Adrian stillaðu seg við bóltin. Sjónin av teimum báðum kann fáa sjálvt teir bestu at skelva í brókunum. At siga at Daniel smekkaði til, er kanska ein tillaging av sannleikanum, men hvussu er og ikki, so smeyg bólturin seg ímillum tveir NSÍarar í manngarðinum og í mál.
Ágangandi spælið helt fram, og vit skaptu nakrar heilt góðar málmøguleikar. Og tá tað var upptrekk til vandamiklar støður frá NSÍ, stóðu okkara verjuleikarar í vegin. NSÍ royndi seg við nøkrum langum sendingum, men tað tóktist sum at tær bara høvdu eina kós – beint í høvdið á Hørði.
Málið til 2-0 kom beint áðrenn hálvleik, tá ein vælleikandi Mathias fann Adrian. Adrian, sum frammanundan hevði misnýtt ein stóran møguleika, var ísakaldur og legði bóltin í ein bleytan boga upp um Tórð Thomsen í NSÍ-málinum.
Fingu ein lítlan hvøkk
Hóast vit høvdu eina tvey-máls leiðslu og fult tamarhald á dystinum, fingu vit ein lítlan hvøkk tá ein góður tími var spældur. Mest skorandi spælarin í føroyskum fótbólti, Klæmint Olsen, skal ikki hava nógvar millimetrar at arbeiða í, áðrenn tað gerst vandamikið. Og soleiðis var eisini hesa ferð, tá hann onkursvegna fekk sparkað bóltin niður í vøllin, og upp um Teit til støðuna 1-2. Minuttirnar eftir málið tóktust okkara eitt sindur skelkaðir, og man sat við kensluna av at NSÍ var á veg inn aftur í dystin. Men tað tók bert nakrar fáar minuttir, so fingu vit aftur tamarhald á dystinum.
Dysturin bleiv endaliga avgjørdur góðar 10 minuttir fyri leiklok, tá Daniel skoraði sítt annað mál í dystinum. Mathias breyt ígjøgnum í høgru síðu, legði bóltin flatt inn fyri málið, har Daniel var fyrstur á honum, og skoraði til 3-1 – enntá við høgra beini.
Harvið eru vit triðja árið á rað í steypafinaluni, sum aftur í ár verður ímóti Víkingi. Dysturin verður spældur á Tórsvølli, leygardagin 5. desember kl. 16:00.
Hagtøl
Løgmanssteypið, hálvfinala
NSÍ – HB 1-3 (0-2)
0-1 Daniel Johansen
0-2 Adrian Justinussen
1-2 Klæmint A. Olsen
1-3 Daniel Johansen
Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 5 Delphin Tshiembe, 19 Hørður Askham, 17 Bartal Wardum, 6 Daniel Johansen – 8 Dan í Soylu (13 Mads Mikkelsen), 18 Mathias Nygaard (9 Tróndur Jensen), 4 Heðin Hansen – 22 Mikkel Dahl (11 Pætur Petersen), 7 Adrian Justinussen
Óbrúktir eykaleikarar: Jógvan Rói Davidsen, René Shaki Joensen, Hilmar Leon Jakobsen, Øssur M. Dalbúð
Dagsins leikari: Daniel Johansen
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo