Trý stig í sólini

Hóast tað var gjørt nógv burturúr hagtølunum hjá okkum í Fuglafirði, og summir serfrøðingar royndu at tosa ÍF upp, so var eingin ivi um hvar stigini endaðu. Í góðveðrinum sóðu vit til tíðir sera gott spæl, bæði offensivt og defensivt.

Ein góður fyrri hálvleikur legði lunnar undir sigurin. Offensivt riggaði væl, og okkara men tóktust væl fyrireikaðir til dystin. Tó so, okkurt gleps kom frá ÍF, men tá á stóð, høvdu vit sum altíð ein tryggan aftasta skansa í Teiti.

Fyrsta málið kom eftir at vit fingu hornaspark í vinstru síðu. Fyrsti bólturin bleiv ruddaður burtur, men vit varveita trýstið. Daniel kemur til baklinjuna, og leggur bóltin inn fyri. Heðin ger sær dælt av at hann er bæði størri og sterkari enn allir hinir, setur pannuna á, og so er 1-0.

Daniel er eisini upphavsmaður til næsta málið, tá hann enn einaferð vísur framúr sparkiteknikk við vinstra beini, og nærum leggur bóltin í høvdið á Adrian, ið skallar hann í longra hornið. Eitt sera flott mál, har Adrian eisini fær víst at hann dugir við høvdinum, inni í feltinum.

Var málið til 2-0 flott, so var triðja málið ein frægd fyri eiga. Delph leggur ein bólt frá miðjuni fram í høvdið á Mathias, ið skallar hann tvørturum til ein púra frían René, sum fluktar bóltin í kassan. Álopsspæl eftir bókini.

ÍF kom nógv betri við í seinna hálvleiki. Teir løgdu eitt høgt press, og tóktust trúgva uppá at tað møguliga var okkurt at heinta. Og hóast vit vóru á útivølli, vístu vit gestablídni, tá Daniel fekk sítt seinna gula kort. Eitt heldur býtt kort, tá hann sparkar til bóltin, eftir at hann er farin út til innkast. Vit kunnu kanska kjakast um hvørt tað fyrra gula kortið Daniel fekk, var í bíligara endanum, men tað tekur ikki nakað frá tí, at tað seinna helst var í lagi.

Eftir hetta hevði ÍF bóltin fyri tað mesta, men tað var ikki fyrr enn í allarsíðsta minutti, at teir fingu úrtøku. Eitt fríspark á miðjuni bleiv spælt afturum verjuna, og har stóð nýggi ÍF-áleyparin, Uros Stojanov, og fekk fótin á bóltin. Eitt keðiligt mál at fáa ígjøgnum, so stutt undan leiklok.

Alt í alt var tað ein góðkendur innsatsur frá okkara monnum, og serliga fyrri hálvleikur stendur sterkur í myndini. Til eina aðru ferð skulu vit bara klára at halda høvdið kalt, og ikki lata mótstøðuliðið sleppa at mynda dystin.

Til seinast vilja vit nýta høvið at takka teimum mongu HB-fjepparunum, ið vóru møttir til dystin. Tey atgongumerki vit fingu, vóru seld eftir fáum minuttum.

Hagtøl

Betri Deildin menn

ÍF – HB 1-3 (0-3)

0-1 Heðin Hansen
0-2 Adrian Justinussen
0-3 René Shaki Joensen
1-3 Uros Stojanov

Liðið í dag: 1 Teitur M. Gestsson (liðsk.) – 15 Heri Hjalt Mohr (28 Samuel J. Chukwudi), 5 Delphin Tshiembe, 4 Heðin Hansen, 6 Daniel Johansen – 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu – 11 Pætur Petersen (25 Øssur Dalbúð), 10 René Shaki Joensen (17 Bartal Wardum), 7 Adrian Justinussen

Óbrúktir eykaleikarar:  16 Jákup Højgaard, 20 Ási Dam, Gilli Róason

Dagsins leikari: René Shaki Joensen