Í einum jøvnum og undirhaldandi dysti, megnaðu vit at knógva ÍF, og harvið fáa trý stig og Varmakeldusteyp við til Havnar.
Tað gingu ikki meira enn 5 minuttir, so hevði ÍF av álvara loypt hvøkk á okkum, og lagt seg á odda 1-0. Málið var eftir einari sera simplari uppskrift. Eitt málspark sum bleiv skallað víðari, beint í føturnar á áleyparanum, sum smekkaði til. Ikki alt ov imponerandi verjuspæl frá okkara síðu, men rós til ÍF fyri effektivitet.
Effektivitetur var ikki okkara vørumerki hendan dystin. Gamaní fingu vit skapt nakrar stórar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Ikki fyrr enn spældur var ein hálvur tími. Mads legði eitt gott innlegg til aftaru stong, har Mathias enn einaferð vísti sína styrki í luftini, og skallaði bóltin inn til 1-1.
Eftir hetta blivu møguleikar skaptir í báðum endum, og við eitt sindur av nærlagni og hepni, kundu bæði liðini haft skorað meira enn tað eina málið í part. ÍF hevði kanska teir størru møguleikarnar, men sum so mangan fyrr, vísti Teitur at hann er besti málmaður í landinum.
Innskiftari gjørdi mun
Tá 63 minuttir vóru spældir, bleiv Hilmar Leon Jakobsen skiftur inn. Hann hevur gjørt meira um seg á hondbóltsvøllinum, og hetta var hansara fyrsti dystur á okkara besta liðið, síðani 2014. Men evnini hava altíð verið sjónlig, og tað vísti hann eisini hesa ferð. Tí hann hevði bara verið á vøllinum í 3 minuttir, tá hann vann ein bólt frá einum ÍFara, sendi René avstað, sum einsamallur ímóti málmanninum fekk prikað bóltin í málið til 2-1 til okkum.
Sum dysturin leið, blivu vit trýstir longur og lonngur aftur á vøllin, men megnaðu at standa ímóti, og harvið fáa øll trý stigini, og Varmakeldusteypið, við aftur til Havnar.
Betri Deildin menn
ÍF – HB 1-2 (1-1)
1-0 Hans Jákup Lervig
1-1 Mathias Nygaard
1-2 René Shaki Joensen
Liðið í dag: 1 Teitur M. Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 28 Samuel J. Chukwudi, 17 Bartal Wardum – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu, 6 Daniel Johansen – 10 René Shaki Joensen (29 Áki Debes Samuelsen), 13 Mads Boe Mikkelsen (23 Hilmar Leon Jakobsen)
Óbrúktir eykaleikarar: 16 Jákup Højgaard, 20 Ási Dam, 22 Leivur Guttesen, 24 Kevin Schindler, 26 Gilli Róason
Dagsins leikari: Teitur M. Gestsson
Mynd: Rakul Hansen / HB