Ari Mohr Olsen skeyt hattrik, tá vit tryggjaðu okkum trý stig í sannari málveitslu í Gundadali.
Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá fyrrverandi HB’arin, Arnbjørn Hansen, legði gestirnar á odda við einari sannari perlu. Adrian javnaði við enn einari frísparksperlu, men bara fá sekund seinni var Arnbjørn aftur á blettinum og skoraði til 2-1. Um onkur helt at tað var ringt at fylgja við, gjørdi Ari tað ikki lættari tá hann bara tveir minuttir seinni javnaði til 2-2. 17 minuttir spældir og 4 mál!
Men so kom ein longri málturkur. Heili 18 minuttir gingu, áðrenn næsta málið kom. Aftur hesa ferð var tað Ari. Hann gjørdist einsamallur við málmanninum og skoraði trygt. Harvið vóru vit á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Júst sum vit ætlaðu okkum til hálvleiks við einari leiðslu, hendi tað, sum ikki má henda: ein røð av villum endaði við at EB/Streymur javnaði til 3-3.
Hóast seinni hálvleikur ikki byrjaði eins og fyrri, so virkaði tað sum, at tað lógu fleiri mál í luftini. Eftir ein góðan tíma løgdu gestirnir seg á odda fyri triðju ferð í dystinum. Gestur Bogason Dam smekkaði til uttanfyri feltið, og bólturin sang í netinum. Vit gjørdust enn meira ágrýtnir, og 10 minuttir seinni fingu vit brotsspark, sum Adrian trygt setti í netið.
Bara tveir minuttir seinni fekk Ari sítt hattrik. Innskifti Pingel kom ígjøgnum í høgru síðu, spældi innfyri til Ara, sum bara skuldi seta innarusíðuna á til 5-4. Sami Pingel var aftur upp á spæl løtu seinni. Dan sendi eina millimeturpresisa avlevering inn um verjuna, Pingel sneiddi málmannin, og setti bóltin í tóma málið. Harvið staðfesti hann sigurin á 6-4 og skoraði samstundis sítt fyrsta mál eftir drúgva skaðasteðgin. Heili 620 dagar eru, síðani hann skoraði seinast.
Alt í alt ein undirhaldandi dystur, sum var merktur av nógvum villum. Hetta var samstundis síðsti dystur hjá Lars Müller sum dómara, og vit vilja takka honum fyri allar løturnar á føroysku fótbóltsvøllunum.
Hagtøl
HB – EB/Streymur 6-4 (3-3)
0-1 Arnbjørn Hansen
1-1 Adrian Justinussen
1-2 Arnbjørn Hansen
2-2 Ari Mohr Olsen
3-2 Ari Mohr Olsen
3-3 Steffan Løkin
3-4 Gestur Bogason Dam
4-4 Adrian Justinussen (br.)
5-4 Ari Mohr Olsen
6-4 Sebastian Pingel
Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Bartal Wardum, Símun Samuelsen (Pætur Petersen), Hørður Askham (Sebastian Pingel), Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen
Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hlöðversson, Jógvan Skeel Nolsøe, Andreas Breimyr, Hjalti K. Djurhuus
Dagsins leikari: Ari Mohr Olsen
Mynd: Rakul Hansen