Tepurt tap í Gøtu

Alt tekst

Eftir eina frálíka viku við tveimum sigrum á KÍ komu vit so dyggiliga niður aftur á jørðina ímóti Víkingi.

Víkingur skoraði einsamalla málið longu í 5. minutti, tá ein bóltur kom heilt til aftaru stong. Ein sjokkbyrjan má sigast. Málmøguleikar vóru ikki nógvir av, og Víkingar stóðu mest sum í verjustøðu restina av dystinum, har teir lúrdu uppá umstillingar.

Hóast vit spentu álopsbogan ímóti endanum, megnaðu vit ikki at skapa møguleikan, sum skuldi til, fyri at fáa útjavnandi málið. Við hesum tapinum eru vit hektaðir eitt sindur av í stríðnum um FM-heitið. Ikki tí, nógv er eftir av kappingini, men eitt aktuelt 5. pláss og 8 stig frá 1. plássi er tað, vit mugu taka til takkar við í løtuni.

Hagtøl

Víkingur – HB 1-0 (1-0)

1-0  Dion Splidt

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Daniel Johansen), Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Jógvan Skeel Nolsøe), Tróndur Jensen, Pætur Petersen (Bartal Wardum), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hlöðversson, Andreas Breimyr, Hjalti K. Djurhuus