Lagið er gott, nú vit koma suður aftur til Havnar við trimum stigum og 5 málum.
Vit løgdu okkum á odda longu í øðrum minutti, tá Hørður varð hægstur og stútaði eitt hornaspark frá Adrian í netið. Hansara fyrsta mál fyri HB. Bara tríggjar minuttir seinni skoraðu vit til 2-0, tá Ari við høvdinum beindi eitt perfekt innlegg frá Daniel í málið.
Hóast Adrian hevur til vana at skora uttanfyri feltið, vísti hann í dag, at hann eisini kann skora í feltinum, tá hann stutt fyri hálvleik bara skuldi seta innarusíðuna á eitt innlegg frá Ara til 3-0, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.
Seinast vit vóru í Fuglafirði, skoraði Daniel eitt frálíkt langskotsmál. Og hann vildi eisini spæla við í dag, tá hann smekkaði til úr góðum 20 metrum, og skoraði til 4-0.
Maðurin sum byrjaði málveitsluna, vildi eisini enda hana fyri okkara viðkomandi. Hørður var aftur hægstur eftir eitt hornaspark, hesa ferð frá Daniel, og stútaði bóltin í kassan til 5-0. Bara minuttin eftir minkaði ÍF heldur óneyðugt um munin til 5-1. So um nakað negativt skal sigast um dagsins dyst, so má tað vera tað, at vit heldur ikki hesa ferð megnaðu at halda málið reint.
Men 3 stig og ein betran av málúrtøkuni kunnu vit ikki annað enn vera nøgd við.
Hagtøl
ÍF – HB 1-5 (0-3)
0-1 Hørður Askham
0-2 Ari Mohr Olsen
0-3 Adrian Justinussen
0-4 Daniel Johansen
0-5 Hørður Askham
1-5 Hans Jákup Lervig
Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson (Sebastian Pingel), Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen), Bartal Wardum (Pætur Petersen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen
Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Skeel Nolsøe, Gilli Róason, Tórur Franksson Joensen
Dagsins leikari: Hørður Askham