Stong út í Klaksvík

Eftir eitt keðiligt 3-1 tap fyri KÍ mugu vit helst ásanna, at seinasti FM-møguleikin er fokin. Hóast leikliga yvirvág, so vóru vit revsaðir av ein einum effektivum KÍ liðið. M.a. Raktu vit træverkið trígjjar ferðir.

KÍ kom á odda longu í 13. minutti, tá Jóannes Bjartalíð gjørdist leysur í feltinum. Hóast markeringar fyri rangstøðu lat linjuverjin ikki við seg koma, og so var 1-0. Hendan støðan helt sær til hálvleiks. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu vit útjavnandi málið. Eitt dundurskot frá Adrian fra eini 35 metrum, sum brast í yvirleggjaran og í netið umvegis tvørtræið aftanfyri ein annars vælleikandi Kristian Joensen í KÍ-málinum.

Nú tevjaðu vit blóð og hildu fram at vera spælstýrandi. Men tá 68 minuttur vóru farnir, blivu vit fangaðir í einari umstilling. Bólturin varð spældur inn í brotsteigin, har innskifti Torbjørn Grytten var fyrstur á bóltinum, áðrenn hann bleiv feldur av Teiti. Úr 11 metrum var Jóannes Bjartalíð tryggur, og so var 2-1. Tíggju minuttir seinni fingu vit brotsspark, men ólukkutíð brendi Adrian.

Vit royndu at satsa, men blivu enn einaferð fangaðir í eini umstilling, tá sami Torbjørn Grytten avgjørdi dystin og skoraði til 3-1.

Hóast leikliga yvirvág megnaðu vit ikki at umseta møguleikarnar til mál. Har vit kanska høvdu effektivitetin í fjør, eru vit blivnir revsaðir fyri mangul uppá sama í ár. Og við hesum tapinum mugu vit helst ásanna, at FM-møguleikin er endaliga fokin í ár.

Hagtøl

KÍ – HB 3-1 (1-0)
1-0 Jóannes Bjartalíð
1-1 Adrian Justinussen
2-1 Jóannes Bjartalíð
3-1 Torbjørn Grytten

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Sebastian Pingel, Brynjar Hlöðversson (liðsk.) (Daniel Johansen), Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, René Shaki Joensen, Pætur Petersen (Símun Samuelsen), Bartal Wardum (Dan í Soylu), Hørður Askham, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Rói Davidsen, Andreas Breimyr, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Lasse T. Andersen