So nær við, og tó…

Hóast vit eina løtu trúðu uppá tað, so var langt á mál til, at vit spældu okkum víðari í Champions League. Ístaðin eitur tað Europa League fyri okkara viðkomandi.

Dysturin byrjaði væl, har vit høvdu gott tamarhald á dystinum. Og í 17. minutti legði Pingel okkum á odda, eftir at Jógvan Rói spældi hann leysan. 1-0 og optimisman var at fáa eyga á. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, tevjaðu vit av álvara blóð. Eitt hornaspark varð skotið yvirum málið, Símun fekk høvdið á og skallaði bóltin inn fyri aftur, har Lasse tveitti seg fram: 2-0. Ein fult uppiborðin leiðsla, og tað, sum einaferð sá ógjørligt út, var kanska ikki so ógjørligt hóast alt.

Tað verður ofta sagt, at 2-0 leiðslan er tann vandamiklasta leiðslan. Og hóast hetta er ein ódokumenteraður pástandur, gjørdust vit offur fyri hesi útvatnaðu málsligu tugguni. Ein misskiljing í verjuni, har vit ikki fingu ruddað bóltin burtur, førdi við sær, at bólturin endaði fyri føturnar á innskifta Riku Riski, sum smekkaði hann í kassan. Nú gjørdist brekkan dekan ov brøtt, og eitt korter fyri leiklok var Riku Riski enn einaferð upp á spæl. Hann snýtti rangstøðufelluna og lyfti bóltin upp um Teit til 2-2.

Vit komu ikki víðari í Champions League á hesum sinni, og sæð yvir tveir dystir var HJK kanska tað sterkari. Men vit fullu við æru, og eftir dystin í kvøld kunnu allir leikararnir hyggja hvønn annan í eyguni og kansk iðra seg um, at tað ikki bleiv til meira. Nú verður so Europa League á skránni. Mótstøðuliðið verður funnið í morgin, tá Rosenborg og Linfield spæla seinna dystin sínámillum.

Hagtøl

HB – HJK Helsinki 2-2 (1-0)
1-0 – Sebastian Pingel
2-0 – Lasse T. Andersen
2-1 – Riku Riski
2-2 – Riku Riski

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk),Sebastian Pingel, Daniel Johansen, Dan í Soylu(Brynjar Hlöðversson), Tróndur Jensen, Pætur Petersen, Símun Samuelsen, Hørður Askham, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Adrian Justinussen, René Shaki Joensen, Bartal Wardum, Ari Mohr Olsen, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen