So-Dan!

Hann hevur mangan spælt væl, uttan at vera tann sum skapar yvirskriftirnar. Men eftir dystin ímóti NSÍ, kann Dan sleppa at eiga yvirskriftina. Tí umframt sítt vanliga renniarbeiði, var hann eisini við í avgerðandi støðum í dag.

Leikliga vóru vit omaná tað mesta av dystinum. Men teir stóru kjansirnir komu ikki. Tó so, aftaná góðan hálvan tíma, fingu vit tann størsta av øllum. Brotsspark. Eitt innlegg frá Daniel, sum allarhelst fekk ov nógva luft undir, endaði aftast í brotsteiginum. Dan tók bóltin elegant niður, men í tí hann tók trekkið, varð hann feldur. Mikkel Dahl, sum annars hevur verið sera vandamikil frammanfyri málið, varð settur at skjóta. Men skotið var bæði spakuligt og í góðari málmanshædd, so Tórður Thomsen hevði ongar trupulleikar við at bjarga.

Smáar 10 minuttir seinni var Dan aftur uppá spæl. Vit fáa fríspark úti í vinstru síðu. Mathias rennur oman ímóti hornaflagginum, leggur bóltin út aftur til Dan, sum við einari skotfintu sendi helvtina av NSÍ liðnum yvir í Listaskálan, og hina helvtina oman í Effo at keypa ís, áðrenn hann við vinstrabeini krúllaði bóltin í hornið. Eitt sera vakurt mál.

Hóast vit vóru omaná meginpartin av tíðini, so var NSÍ allatíðina við í dystinum, har man sat við kensluni at tað skuldi ikki meira enn ein feilur ella ein deyðbóltur til, og so var javnt. Og tað var tað sum hendi. Ein feilur í uppspælinum endaði við at málrevurin, Klæmint Olsen, gjørist púra fríur. Men onkursvegna megnaði Dan at koma framum hann, soleiðis at endin var at Klæmint skumpaði Dan umkoll, sum fekk fríspark.

Dysturin bleiv avgjørdur, beint tá vit høvdu spælt í ein góðan tíma. Dan fekk eina avlevering frá Heðin. Hann setti ferð á, og tá NSÍ-verjan bara bakkaði undan, valdi hann at smekka til. Ok, smekka til er kanska at kroysta sitrónina, men hann valdi at skjóta, og umvegis ein NSÍ-fót, endaði bólturin í málinum til 2-0. Onkuntíð verður sagt at 2-0 er tann vandamiklasta leiðslan. Vit hava eingi hagtøl at prógva ella avvísa hendan pástandin, men í hesum førinum var einki at koma eftir, og vit stýrdu stillisliga sigurin heim.

Hagtøl

Betri Deildin menn

HB – NSÍ 2-0 (1-0)

1-0 Dan í Soylu
2-0 Dan í Soylu

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk), 28 Samuel J. Chukwudi, 17 Bartal Wardum, 15 Heri Hjalt Mohr, 6 Daniel Johansen – 4 Heðin Hansen, 18 Mathias Nygaard (10 René Shaki Joensen), 8 Dan í Soylu – 23 Hilmar Leon Jakobsen (11 Pætur J. Petersen), 22 Mikkel Dahl (20 Ási Dam)

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Kevin Schindler, Øssur Dalbúð, Áki Debes Samuelsen

Dagsins leikari: Dan í Soylu

Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo