Skert HB-lið lat ongan iva vera

Eitt alternativt HB-lið lat ongan iva vera, tá TB bleiv sent suður aftur við ongum.

Skaðar og leikbann gjørdu sítt til, at venjaratoymið mátti blanda kortini á ein alternativan hátt. Onkur vildi vera við, at sterkasta bonkin í deildini í dag áttu vit. Men hetta var so ein bonkur í HB-húsinum, har Tróndur, Hørður, Dan, René, Lasse og Binni, allir sótu lið um lið.

Símun Sólheim og Samuel Chukwudi fingu sín fyrsta dyst frá byrjan. Men hóast teirra unga aldur og vantandi royndir, loystu teir uppgávuna meira ella minni perfekt. Teir smæddust ikki burtur, og vístu gott og klókt spæl. Onkur hevur kanska hug at kalla teir dreingir, men teir spældu sum menn!

Ein onnur alternativ taktisk broyting, var at Ari spældi i miðverjuni, saman við Magnus. Tað var ikki nógv TB kom við, men at senda langar bóltar oman ímóti Ara, er sum sletta vatn á gás. Hann avvísti alt sum kom.

Men tá alt kom til alt, høvdu vit fullkomi tamarhald á dystinum. Og við eitt sindur meira nærlagni, kundi sigurin verið enn størri. M.a. misnýttu vit eitt brotsspark. Pingel skoraði fyrsta málið, eftir fínt innlegg frá Símun Sólheim. Pætur økti til 2-0 beint fyri hálvleik, og sami Pætur staðfesti sigurin í síðsta minutti.

Hetta var somuleiðis síðsti heimadystur hjá Heimir, og tá er ikki so galið at enda við einum sigri. Sigurin hevur samstundis við sær, at vit hava otað okkum upp á 4. pláss, áðrenn síðsta umfar, sum verður á Argjum komandi leygardag. So leygardagin fara vit mannsterk út á Argir, at geva okkara monnum eitt ordiligt farvæl, og takka fyri kappingarárið 2019.

Hagtøl

HB – TB 3-0 (2-0)
1-0 Sebastian Pingel
2-0 Pætur J. Petersen
3-0 Pætur J. Petersen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Sebastian Pingel, Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Pætur Petersen, Samuel J. Chukwudi, Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen, Símun Sólheim

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dánjal Reginsson, Brian Slyne, Tormóður Petursson Djurhuus, Martin Hjaltalin Dam

Dagsins leikari: Samuel J. Chukwudi