Við einum málið í síðsta minutti tryggjaði Pætur Petersen okkum víðari luttøku í steypakappingini.
Dysturin sjálvur líktist eitt sindur seinasta dysti ímóti NSÍ. Vit høvdu bóltin uttan at hótta, meðan NSÍ lá og lúrdi upp á umstillingar. Ein javnur fyrri hálvleikur uttan stórvegis málmøguleikar endaði eisini málleysur.
Tá seinni hálvleikur var nær um 20 minuttir gamal, bleiv Jógvan Skeel sendur avstað. Skotið bleiv blokkerað, kundi sæð sum at tað var við hondini á verjuleikaranum, men í staðin fyri at leggja seg at grenja tók hann bara bóltin aftur og smekkaði hann í málið til 1-0.
Sum dysturin leið, komu vit at standa í so djúpt. Og tað blivu vit so dyggiliga revsaðir fyri. Ein misskiljing, um hvør skuldi hava bóltin, endaði við at innskifti Óli H. Olsen fór avstað við honum, og í tí hann skuldi runda Teit, bleiv hann feldur. Brotsspark og gult kort til Teit. Klæmint Olsen tók sær av brotssparkinum og skoraði trygt. Klokkan vísti tá 86 minuttir, og tey flestu roknaðu við longdari leiktíð.
Men Pætur Petersen hevði aðrar ætlanir. Beint sum klokkan hevði rundað 90 minuttir, vann innskifti Hørður eina luftdyst. Bólturin fall fyri føturnar á Pæturi, sum smekkaði hann í kassan til 2-1. Hetta var aðru ferð á rað, at Pætur skoraði ímóti NSÍ.
Stutt eftir bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og vit kundu øll knýta nevan og anda inn. Hóast tað ikki vóru 90 minuttir av sjampanjufótbólti, kann ein slíkur sigur geva okkum eitt veruligt lyft. Frálíkt at síggja stríðsandan til síðst!
Mynd: Rakul Hansen