Sigursgongdin heldur fram

Sigursgongdin heldur fram
Mynd: Rakul Hansen

Skrivað hevur: Regin Winther Poulsen

Adrian skoraði trý mál og HB fekk trý stig, tá suðuroyingar vitjaðu í Gundadali 

Tað var eitt væl upplagt HB lið, sum tók ímóti TB/FCS/ROYNí Gundadali í gjár. Frá fyrsta bríksli, leyp HB á, og tað gingu eisini heilt fáir minuttir áðrenn tað bragdaði.

Ari Mohr Olsen fekk eina sending frá Tróndi Jenssyni, vendi sær og smekkaði bóltin inn til 1-0. Málið var frálíkt og Ari hevur veruliga fingið máltev seinastu tíðina. Hettar var fjórði dysturin á rað, at hann skoraði.

Um Ari hevði fingið máltev fyri dystin, vóru tað tey, sum óttaðust fyri, nær okkara toppskjútti, Adrian Justinussen fór at skora aftur. Hann hevði fyri dystin ikki skorað í nakrar dystir, og hann var kanska sjálvur blivin ótolin, tí hann gjørdi ikki mætari enn at skora trý mál – eitt reint hattrikk, soleiðis at hann nú hevur skotið 18 mál í kappingini.

Tað fyrsta málið hjá Adrian kom við beinleiðis frísparki. Hann dundraði bóltin úr eini 25 metrum beint í málið. Har var onki, sum málverjin hjá suðuroyingum kundi gera.

Tað næsta málið var líka flott sum tað fyrsta. Lasse Andersen, sum spældi ein góðan dyst, sendi bóltin frá egnari hálvu inn um verjuna hjá mótstøðuliðnum, har Adrian hevði sníkt seg framat. Hann fekk tamarhald á bóltinum og prikaði hann framvið málverjanum.

Nú bíðaðu øll eftir, um ikki Adrian mundi fara at skora tað triðja málið og røkka einum reinum hattrikki. Og tá eini 10 minuttir vóru eftir, sendi Jógvan Skeel Nolsøe bóltin inn frá vinstru síðu. Adrian var á rætta staði og setti bóltin inn til 4-0, sum eisini varð endaliga úrslitið.

Spælið var sum heild gott. Suðuroyingar sóu út til at bara arbeiða fyri at steðga okkara leikarum. Tað var lítið hugflog í teirra spæli. Tá teir vunnu bóltin, varð hann gúppaður fram, men tá var gott, at okkara verja hevið fult tamarhald á støðuni.

Næsti dystur verður á Tórsvølli, tá finalan um Løgmanssteypið er á skránni. Grannar okkara í B36 fara óiva at leggja nógv fyri, men um stríðsandin verður tann sami á HB liðnum, sum hann hevur verið seinastu dystirnar, ber alt til.

Atgongumerkini til dystin eru sum skilst útseld, so líkt er til at okkara menn fáa fullan stuðul, og tað kann eisini gerast neyðugt.

Koyr á HB!

HB-TB/FCS/ROYN (4-0)

1-0                Ari M. Olsen

2-0                Adrian Justinussen

3-0                Adrian Justinussen

4-0                Adrian Justinussen

 

Mynd: Rakul Hansen