Við bæði málum og uppleggum komu nýggju spælararnir væl frá byrjan í ársins fyrsta landskappingardysti ímóti B68.
Hóast eina sjokkbyrjan, har B68 legði seg á odda 1-0, kom ongantíð panikkur í okkara menn.
Matthias, sum annars ikki er tann stóri málskjúttin, opnaði málkontuna við einum frálíkum saksasparki. Heimvendi Mikkel gjørdi tað, sum hann hevur gjørt so mangan fyrr, og skoraði eitt klassiskt áleyparamál, eftir frálíkt upplegg frá Mads. Mads var skrivaður fyri eitt mál og tvey upplegg. Seinna uppleggið átti hann, tá innskifti Jákup staðfesti sigurin til 4-1.
Mads var eisini valdur til dagsins leikara av HB-fjepparum.
Viljormur var sjúkur hendan dagin, og má tí bíða til komandi vikuskifti, áðrenn hann fær sín fyrsta almenna dyst fyri HB.
Komandi umfar fara vit til Trongisvágs at spæla ímóti TB.
Mynd: portal.fo