Nullloysn í slagnum um Havnina

Uttan mál vinnur man ikki dystir. Banalt orðaskvaldur, men ikki ósatt av teirri orsøk.

Leikliga vóru vit omaná, serliga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom B36 eitt sindur meira við, tó uttan at Teitur skuldi finna tær heilt stóru bjargingarnar fram. Tá bóltarnir komu inn um verjuna, sópaði Teitur teir upp eins og ein gøtusópari á ólavsøku. Men sum seinni hálvleikur leið, tóktust grannarnir vera meira nøgdir við at verja tað eina stigið. Um tað var nøgdsemi um tað eina stigið á ”útivølli”, skal vera ósagt, men teir hvítu høvdu stórar trupulleikar at avgreiða málspørk og innkøst.

Men hvussu víkir og vendir, so kunnu vit bert takka okkum sjálvum fyri ikki at umseta onkrar av møguleikunum til mál. Eitt stig er ikki tað besta, nú vit elta hini toppliðini, men tað er so frægari enn einki. Næsta vikuskifti er enn ein stór uppgáva fyri framman, tá vit skulu til Runavíkar. Tað einasta vit kunnu gera, er at hugsavna okkum um okkara dystir. Restina hava vit onga ávirkan á.

Koyr á HB!

Hagtøl

HB – B36 0-0 (0-0)

Liðið í dag: Teitur Matras Gestsson – Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (René Shaki Joensen), Tróndur Jensen, Pætur Petersen (Daniel Johansen), Bartal Wardum, Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Sebastian Pingel), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Rói Davidsen, Símun Sólheim