Klassamunur í klassikaranum

Ari skorar ímóti KÍ, og Adrian skorar uppá fríspark. So kann man freistast at siga, at alt er, sum tað eigur. At Dan so byrjar og endar veitsluna, ger tað heila bara eitt sindur betri.

Fyrsta hálva tíman leikaði nøkundlunda javnt á. Tó so høvdu vit onkran stóran møguleika. Men í 29. minutti og 7 minuttir fram gekk tað skjótt. Fyrst Dan, síðani Adrian við frísparki, og so Ari, sum hevur gjørt tað til ein vana at skora ímóti KÍ. Tann vanin má gjarna halda fram mikukvøldið.

Vit fóru kanska í so tíðliga til hálvleiks, og KÍ fekk minkað um munin, og eitt sindur av spenningi kom aftur í dystin.

Vit skuldu avgjørt alt beinanvegin í seinna hálvleiki, tá vit brendu tríggjar upplagdar møguleikar. Men vit bíðaðu til 77. minutt, áðrenn Dan fekk sítt seinna mál og endaliga punkteraði dystin til 4-1.

Vit hava sæð støðuga framgongd í seinastuni, og dysturin í dag var avgjørt tann besti í ár frá okkara síðu. Fleiri leikarar vístu góð avrik, og spenningur er nú av álvara komin aftur í landskappingina.

Men vit skulu hava armarnar niður aftur beinanvegin, tí longu mikukvøldið møta vit aftur KÍ í steypakappingini. Bussur fer frá Høllini á Hálsi kl. 16:30, og vit gleða okkum at síggja nógvar HB’arar tá!

Koyr á HB!

Hagtøl

HB – KÍ 4-1 (3-1)

1-0 – Dan í Soylu
2-0 – Adrian Justinussen
3-0 – Ari Mohr Olsen
3-1 – Jóannes Bjartalíð
4-1 – Dan í Soylu

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Jógvan Skeel Nolsøe), Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (Pætur Petersen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen (Bartal Wardum), Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hlöðversson, Daniel Johansen, Símun Sólheim

Mynd: Rakul Hansen