Tað stóð á gomlum nøglum, og vit skuldu heilt til brotsparkskapping, áðrenn vit kundu staðfesta plássið í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Dysturin var ikki meira enn 7 minuttir gamal, tá Mathias legði okkum á odda. Alt tóktist ganga sum ætlað, og nú var bara ein spurningur um hvussu stórur sigurin fór at vera. Hildu nógv. Men so var ikki. 07 Vestur vardi væl, og hvørja ferð vit komu í góðar støður, kom onkursvegna eitt bein í vegin. Og tá verjan ikki vardi fyri, stóð málmaðurin hjá vágamonnum, har hann skuldi.
Hóast greiða yvirvág, megnaðu vit ikki at punktera dystin. Og so hendi tað sum so ofta hendir. Í fyrstu veruligu atsóknini, megnaði 07 Vestur at javna. Vit hildu áfram at trýsta, uttan veruliga at fáa nakað nevnivert burturúr. Og tá 90 minuttir vóru farnir, stóð á jøvnum 1-1, og farið var til umdyst. Her var dystarmyndin tann sama. Vit pumpaðu eini 100 innlegg inn í brotsteigin, men hvørja ferð kom ein 07 Vestur leikari í vegin.
Við javnleiki 1-1 eftir 120 minuttir, skuldi alt avgerðast við brotsspørkum. Og tá vágamenn brendu tað fyrsta, og vit skoraðu øll okkara, kundu vit fegnast um plássið í hálvfinaluni. Hóast vónbrotið av at tapa dystin var týðiligt á 07 Vestur leikarunum, kunnu teir vera ernir av teirra avriki, ið vísti at teir verða ikki nemmir at syfta í Betri deildini í næsta ár.
Hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið verður longu sunnudagin 29. november kl. 15:00. Dysturin verður ímóti NSÍ, og verður spældur á uttanveltaðum vølli við Djúpumýrar í Klaksvík.
Hagtøl
Løgmanssteypið, fjórðingsfinala
AB – HB 1-1 (0-1) – 5-6 eftir brotssparkskapping
0-1 Mathias Nygaard
1-1 Ragnar Weihe
Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), 5 Delphin Tshiembe, 19 Hørður Askham, 6 Daniel Johansen – 8 Dan í Soylu (10 René Shaki Joensen), 18 Mathias Nygaard, 9 Tróndur Jensen (25 Øssur M. Dalbúð) – 23 Hilmar Leon Jakobsen, 22 Mikkel Dahl, 13 Mads Boe Mikkelsen (7 Adrian Justinussen)
Óbrúktir eykaleikarar: Pætur J. Petersen, Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum
Dagsins leikari: Daniel Johansen
Mynd: in.fo