Hóast talan var um topp ímóti botni, skuldu vit fara um teir 90 minuttirnar, áðrenn avgerðin fall í ”lítlu” grannauppgerðini.
Í mun til liðið sum byrjaði ímóti Víkingi, vóru 5 broytingar á liðnum. So nógvar broytingar kunnu ávirka rútmuna, og tað sást eisini ímóti AB. Hóast vit skaptu onkrar møguleikar, komu vit ongantíð heilt upp í ferð.
Vit komu á odda tá ein lítil hálvur tími var spældur. Hilmar Leon legði ein perfektan bólt inn fyri, har Øssur vísti áleyparatevið, og fekk sett innaru síðuna á. Lítla løtu seinni bleiv tað 2-0. Daniel tók horna, Pætur lat bóltin fara ímillum beinini, og inni í brotsteiginum var Hilmar Leon har hann skuldi verið. Tíggjunda málið hjá Hilmar Leon í ár.
Um tað var eitt tekin um at tingini ikki vóru sum tey skuldu, kunnu vit bara gita um. Men tveir minuttir eftir 2-0 málið, mátti Teitur skiftast út við skaða. Ein skaða hann allarhelst fekk fyrr í dystinum, tá hann bjargaði einari AB-roynd.
AB sjokkbyrjan
Seinni hálvleikur var ikki nógvar minuttir gamal, tá AB fekk minkað um munin. Eitt innlegg úr høgru endaði fyri føturnar á Bjarka Nielsen, sum fekk beint bóltin í málið. Nú var AB við aftur í dystinum. Onkur møguleiki bleiv skaptur, men tá vit ikki megnaðu at gera av við AB, blivu vit so dyggiliga revsaðir, tá góðir 70 minuttir vóru spældir. Áleyparin hjá AB, Adeshina Lawal, bleiv sendur avstað í kapprenning við Samuel. Samuel fór í eina takkling, og hóast tað sá út sum at Samuel fekk bóltin, hevur dómarin allarhelst sæð okkurt annað. Hann dømdi fríspark, og hevði ongan annan møguleika enn at vísa Samuel av vøllinum. Og tá tað gongur galið, kann tað líka so væl ganga heilt galið, tí innskifti Leivur Fossdal Guttesen, sum AB hevur leigað frá okkum, setti frísparkið beinleiðis í málið.
Nú sótu fleiri við kensluni av at tað fór ikki at vera okkara dagur, og at vit bjóðaðu hinum FM-biðlunum inn aftur í stríðið. Men er tað nakað sum eyðkennir eitt topplið, so er tað evnið at kempa til tað síðsta. Tí í tíðini dómarin hevði lagt afturat, fingu vit avgerðandi málið. Adrian sendi tað sum kanska minti um ein desperatan bólt inn í AB-brotsteigin. Hørður smekkaði til, og umvegis ein ABara endaði bólturin fyri føturnar á Hilmar Leon, sum við fyrstu nerting fekk hann framvið AB-málverjanum. Og gleðin tóktist ongan enda fáa.
Mál met
Umframt at vera sigursmálið, var hetta eisini okkara mál nr. 74 í landskappingini í ár. Og hetta er met. Málið var samstundis 11. málið hjá Hilmar Leon í ár, og harvið er hann púra javnur við hinar báðar áleypararnar – Adrian og Mikkel Dahl.
Hagtøl
Betri Deildin menn
AB – HB 2-3 (0-2)
0-1 Øssur M. Dalbúð
0-2 Hilmar Leon Jakobsen
1-2 Bjarki Nielsen
2-2 Leivur F. Guttesen
2-3 Hilmar Leon Jakobsen
Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson (16 Jákup Højgaard) – 3 Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), 5 Delphin Tshiembe (21 Mikkel Frankoch), 28 Samuel J. Chukwudi, 6 Daniel Johansen – 7 Adrian Justinussen, 4 Heðin Hansen (19 Hørður Askham), 8 Dan í Soylu, 11 Pætur J. Petersen – 23 Hilmar Leon Jakobsen, 25 Øssur M. Dalbúð
Óbrúktir eykaleikarar: Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Ási Dam, Mikkel Dahl
Dagsins leikari: Hilmar Leon Jakobsen
Mynd: Rói Joensen, Ítróttur & Rørsla