Havnin verður verandi reyð og svørt

Fyri aðru ferð í ár vóru vit omaná í grannauppgerðini, tá tveir skarpir áleyparar skoraðu hvør sítt mál í 2-0 sigri.

Talan var, sum altíð, um ein intensan dyst. Og dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Daniel smekkaði bóltin í stongina. So vóru B36arnir líkasum ávaraðir.

Tað sást týðuliga á okkara leikarum, at teir hava fingið hvíld í nakrar dagar. Eyðkenda høga og ágangandi pressspælið var aftur at síggja, og okkara vóru generelt meira ágangandi í nærdystunum. Men sum fyrri hálvleikur leið, kom B36 meira og meira inn í dystin. Og beint áðrenn hálvleik fekk fyrrverandi HBarin Sebastian Pingel, ein stóran málmøguleika. Men sum so mangan áður, stóð Teitur har hann skuldi, og farið var til hálvleiks við støðuni 0-0.

Seinni hálvleikur var ikki 10 minuttir gamal, tá okkara nýggi álopsleikari, Mikkel Dahl, var á rætta stað. Pætur skallaði eitt innlegg víðari, og Mikkel vísti rætt áleyparainstinkt, kastaði seg fram og stútaði í kassan til 1-0. Bara minuttin eftir var líka við at ganga galið í hinum endanum, men ein óneyv sending frá einum B36ara gjørdi at tað ikki gjørdist heilt vandamikið.

Tá 68 minuttir vóru spældir, bleiv Hilmar Leon skiftur inn. Og hann brúkti bara 6 minuttir, áðrenn hann staðfesti sigurin. At sita her og rósa Daniel fyri kvalitetin av sínum innleggum, byrjar eftirhondini at ljóða sum ein skøva pláta. Men vit gera tað allíkavæl. Hann sendi eitt perfekt hornaspark innfyri, har Hilmar Leon var hægstur og stútaði bóltin inn.

Síðsta korterið var kanska meira ein spurningur um vit fóru at økja, heldur enn at B36 fór at minka um munin. Men fleiri mál komu ikki, og vit kunnu fegnast um at vit hava endurvunnið oddasessin, og fingið fult ímóti grannunum.

Hagtøl

Betri Deildin menn

HB – B36 2-0 (0-0)

1-0 Mikkel Dahl
2-0 Hilmar Leon Jakobsen

Liðið í dag: 1 Teitur Matras Gestsson – 15 Heri Hjalt Mohr, 4 Heðin Hansen, 28 Samuel J. Chukwudi, 6 Daniel Johansen – 21 Mikkel Frankoch, 18 Mathias Nygaard, 8 Dan í Soylu – 10 René Shaki Joensen (20 Ási Dam), 11 Pætur J. Petersen (23 Hilmar Leon Jakobsen), 22 Mikkel Dahl (25 Øssur Dalbúð)

Óbrúktir eykaleikarar: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Áki Debes Samuelsen

Dagsins leikari: Heri Hjalt Mohr

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo – sí fleiri myndir HER!